Í gjár vóru vit til sera áhugavert tiltak, sum áhugabólkurin Dagstovnanámsfrøði í Føroyum skipaði fyri. Evni sum "Hvør er framtíðin" og "Hvat skulu børnini dannast til", vóru tikin upp. Vit hoyrdu framløgur frá 3 leiðarum á dagstovni, um m.a. hvørjar avbjóðingar eru á dagstovni í dag.
Ársins grøni stovnur og skúli 2024
Í ár vunnu Lítliskúli og Frítíðarskúlin í Lítlaskúla heiðurin :)
Dygd á dagstovni
Vit bjóða ein áhugaverdan starvsfólkafund um dygd á dagstovni.
Dygdin hevur ávirkan á børnini bæði nú og í framtíðini, tí hevur tað týdning, at starvsfólk hava vitan um, og førleika at arbeiða við dygd.
Tit fáa vitan um, hvussu tit kunna arbeiða granskingargrundað í praksis, og íblástur til eitt mennandi umhvørvi til børnini.
M.a. verður arbeitt við hesum evnum:
- eitt gott umhvørvi til børnini
- innrættan
- at skipa dagin og virksemi
Undirvísari er Birita Arge.
Skriva til Hugla@hugla.fo
Møguligt er at tillaga evnini, so tey hóska best til tykkara stovn.
Nú er møguligt at bílegga fyrilestur um nýggjastu granskingina, sum er gjørd um leiðslu og dygd á føroyskum dagstovnum.
Skála skúli og Miðgarður ársins grøni stovnur og skúli 2023
Í dag handaði Birita Arge forkvinna í Hugla leiðaranum á Miðgarði og skúlastjóranum í Skála Skúla hvør sína Huglu. Heiðurin er givin, tí hesi gera eitt gott arbeiði á grøna økinum. Arbeitt verður miðvíst við grønum vanum og at skapa tilknýti til náttúruna ígjøgnum námsfrøðiliga arbeiði og sum part av undirvísingini. Arbeitt verður við endurnýtslu á ymiskan hátt og at avmarka tilfarsnýtslu og rusk. Tey fingu hvør sína Huglu, sum er tekin um umsorgan fyri menniskjum og umhvørvi.
Hjartaliga tillukku Miðgarður Dagstovnur og Skála Skúli