Hugla ynskir bestu karmar til børn og vaksin
Bestu karmar eru fortreyt fyri trivnaði, menning, góðari heilsu og læring.
Søgan: Remida Føroyar byrjaði við felags endurnýtslu verkætlanum í 2014. Í verkætlanunum luttóku skúlar og stovnar, sum møttust javnan at menna verkætlanir, sum vóru framvístar í býnum.
Í 2020 bleiv navnið broytt til Hugla. Hugla byrjaði at savna endurnýtslu tilfar frá vinnuni og øðrum at brúka í námsfrøðiligum arbeiði, og hevur tað verið til gleði fyri skúlar, stovnar og familjur, sum komu inn í høli á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík, at skapa úr endurnýtslu tilfari og fáa undirvísing um hvussu endurnýtsla kann brúkast í n´ámsfrøðiligum arbeiði.
Í dag skipar Hugla fyri undirvísing innan fleiri ymisk evni, tiltøkum, vegleiðing og gransking, somuleiðis skipar Hugla fyri ársins grøna stovni og skúla.
Hugla er stovnað við hesum endamálinum:
At menna skapanarhug, hugflog, innovatión og kreativitet við at geva børnum og vaksnum eitt stað at møtast til samstarv, stuttleika, samvinnu og læring.
At skapa møguleika fyri undran, gransking og at menna tilvitsku.
At skapa burðardygga mentan við fokus á náttúru og vrakað tilfar at skapa úr.
At skipa fyri verkætlanum, undirvísing og tiltøkum har møguleiki er at varpa ljós á ymisk evni.
At granska og menna námsfrøðiligt arbeiði, undirvísing og nýggja filosofi.
At samstarva internationalt um vitan og vísund.
.