Tað góða barnalívið, frávera av nærveru. Hvørja framtíð uppala vit børnini til.
Í gjár vóru vit til sera áhugavert tiltak, sum áhugabólkurin Dagstovnanámsfrøði í Føroyum skipaði fyri. Evni sum "Hvør er framtíðin" og "Hvat skulu børnini dannast til", vóru tikin upp. Vit hoyrdu framløgur frá 3 leiðarum á dagstovni, um m.a. hvørjar avbjóðingar eru á dagstovni í dag.
Um vit samanbera við fortíðina, so er samfelagið nógv broytt, og vit kenna ikki framtíðina. Tað eru nógv børn, sum hava atgongd til miðlar og spøl av ymiskum slag tá tey eru heima, hetta ávirkar spælið v.m. hjá børnunum. Tað er munur á fyrr, tá tað ikki var eins nógv undirhald, sum telduspøl v.m. tá var so friðaligt, at tú hoyrdi klokkuna ganga. Nærveran var ein onnur, hetta er ein nærvera sum starvsfólk mugu stremba eftir at skapa umstøður fyri, soleiðis at vit eru til staðar, beint nú.
Eftir framløgurnar var kjak og vóru námsfrøðingar undrandi um, at tað ofta eru aðrir fakbólkar, sum tosa um tað fakið, sum námsfrøðingar eru serfrøðingar í. Ofta verður tosa um sálarfrøði tá tosa verður um dagstovnar, men hvar er námsfrøðin, og hví er hon ikki við í kjakinum?