Bestu karmar til børn og vaksin
Undirvísing-ráðgeving-gransking-tiltøk
Hugla merkir at hava umsorgan fyri og at hjúkla um, hetta eru lyklaorð í okkara arbeiði. Vit hava umsorgan fyri og hjúkla um menniskju og umhvørvi. Okkara ynski er at børn og vaksin hava bestu karmar.
Ársins grøni stovnur og skúli
Á hvørjum ári skipa vit fyri kappingini um at gerast "Ársins grøni stovnur og skúli". Gera tit ella onnur sum tit vita um, mun á grøna økinum, so eru tit vælkomin at tilnevna til heiðurin. Vinnarin fær eina Huglu sum er virka úr glas og eitt innrammað diplom. Hetta eru tekin um at hjúkla verður um náttúru og menniskju.
Í 2022 vóru tað Skúlin við Løgmannabreyt í Hoyvík og Dagstovnurin við Stórheygg í Hósvík, sum gjørdust vinnarar. Filmur um tey sæst her: https://youtu.be/MelY8WeVsXw?si=Hn41pVf9UWKpJuAv
Hugla
Hugla ynskir at skapa bestu karmar til børn og vaksin. Vit hava tí virðir sum stuðla tí.
•Rættindi og Fólkaræði: vera inndrigin og hava ávirkan á val og avgerðir
•Kreativ: hava møguleika at útrykkja seg og vera kreativ í einum kveikjandi og positivum umhvørvi
•Eksperimentera: hava møguleika at eksperimentera og at tann skapandi tilgongdin hevur týdning
•Náttúra: hava tilvitan um týdningin av at verja náttúruna, nýta burðadyggar loysnir og endurnýta
•Mentan: at førleikin til at hugsa nýskapandi er týdningarmikil partur av mentanini
.