Hugla er á Karlamagnusarbreyt 22 í Hoyvík 

Vit undirvísa, ráðgeva, gera kanningar og skipa fyri tiltøkum. Vit hava skipað fyri ráðleggingardøgum, skeiðum og undirvísing fyri stovnum og skúlum, arbeitt við ymiskum verkætlanum, tiltøkum og framsýningum v.m.

Vit fáa sera góðar afturmeldingar:

"Besta skeið eg havi verið á"
"Sera gott, hetta kunna vit brúka í praksis"
"Hetta kunna vit viðmæla øðrum"
"Sera góð framløga"
"Dugnaligur undirvísari"

Niðanfyri eru nøkur dømi uppá okkara arbeiði. 
Vit hava skipað fyri kreativum verkstovum, fyri stovnum og skúlum, til tað hava vit høli við m.a. kreativum verkstaði. Vit ynskja bestu karmar til skapandi virksemi og at ávirka keyp og koyr burtur mentanina, vit brúka tí nógv endurnýtslu í skapandi arbeiði. 

Vit hava havt kreativ skeið fyri starvsfólki á stovnum og lesandi á námsfrøðiútbúgvingini. Á skeiðnum hevur verið fyrilestur um kreativitet, verkætlanir og at fyriskipa tað rætta umhvørvi at skapa í. Luttakarar hava gjørt sær sínar egnu royndir við ymiskum fjølbroyttum tilfari, sum t.d. leir, gips, máling og endurnýtslu, og arbeitt við hvussu hetta kann gerast á teirra stovni.

Skeið fyri hjálparfólk: vit hava havt fleiri skeið fyri hjálparfólk á dagstovni og lesandi á námfrøðihjálparaútbúgvingini. Á skeiðnum hevur verið fyrilestur um hvussu børn trívast og mennast, og hvussu eitt gott umhvørvi verður ment fyri børnini at vera í. Eisini hava verið reflektiónir um leiklutin og ávirkanina, sum man hevur í arbeiðnum við børnum.
Skeið fyri námsfrøðingar um dygd á dagstovni: á skeiðnum hevur verið fyrilestur um dygd á dagstovni, og hvussu arbeiðast kann við at menna dygdina. Luttakarar hava havt reflektiónir um sítt egna arbeiði, og um hvussu dygdin kann mennast á teirra stovni.
vit skipa á hvørjum ári fyri kappingini “Ársins grøni stovnur og skúli” hetta gera vit fyri at varpa ljós á arbeiði, sum verður gjørt innan tað økið, og at geva øðrum íblástur, so fleiri luttaka í arbeiðnum fyri náttúru og umhvørvi. Vit hava gjørt heimildarfilm um vinnararnar av fyrstu kappingini.
Vit høvdu fult hús á endurnýtslu verkstaði á heysfagnaði á Eiði 2021, 2022 og 2024. Vit hoyra at fólk hava glett seg til vit komu aftur á Heysfagnaðin, og vit síggja fleiri av teimum somu vitja afur á hvørjum ári.

Á handilsdøgum í klaksv´ík vóru vit boðin at hava kreativt endurnýtsluverkstað. Tað vóru nógv vitjandi, sum sótu og hugnaðu sær við at skapa. 

Endurskapanarmiðstøð í Hoyvík 2020-21
innsavnan av endurnýtslu, undirvísing, familjudagar, tiltøk
Plastsansarúm í Perluni 2017 - evni plastdálking
Ævintýraheimur í viðarlundini 2016 - søgur, tónleikur, sjónleikur, list, framsýning.
Vann grønu gávuna frá Etika.
Ljós í Perluni 2015 - ljós úr endurnýtslu, framsýning
Vit hava skipað fyri fleiri endurnýtslu verkætlanum. Starvsfólk á stovnum og skúlum hava arbeitt saman 1. ferð um mánaðin, um hvussu arbeiðast kundi við verkætlanunum úti á stovnunum, síðan er alt savnað saman og framvíst í býnum. 

Vit hava skipað fyri innsavnan av endurnýtslu tilfari, sum ymiskar fyritøkur hava sett til síðis til okkum, og vit hava eisini fingið nógv tilfar frá fólki, sum ynskja at endurnýta heldur enn at koyra burtur. Á endurskpanarmiðstøðini hava vit bjóða ókeypis tilfar og havt ókeypis familjudagar. Vit hava eisini havt verkstovur fyri stovnum og skúlum, og áhugaði hava verið til kunning um okkara arbeiði.

 

Grøna gávan

Í 2016 vunnu vit Grønu gávuna frá Etika. Hetta var fyri verkætlanina Ævíntýraheimur, sum var framvíst í viðarlundini í Tórshavn og í SMS.

Í verkætlanini luttóku:

Býlingshúsið á Norðasta Horni

Dagstovnurin á Velbastað

Dagstovnurin í Løkjatúni

Dagstovnurin við Landavegin

Dagstovnurin við Velbastaðvegin

Miðstovnurin í Gundadali

Býlingshúsið Inni á Gøtu

Dagstovnurin á Hamrinum

Skúlin við Løgmannabreyt

Fountainhúsið

Musikskúlin

Verkætlanarleiðari var Birita Arge

Verkætlanin var stuðlað av: A&U grunninum hjá Føroya Pedagogfelag, Tórshavnar Kommunu, Sendistovuni og SMS

Søgur fyri øllum heiminum

Í 2020 vóru vit boðin at vera við í tiltaki sum Reggio Children í Itali skipaði fyri. Vit lósu søgu á føroyskum fyri børnum, sum vóru heima vegna Korona. Hetta gjørdu vit saman við fólki úr øllum heiminum.

Reggio children í Føroyum

Í 2019 vóru Daniela Lanzi og Elisabetta Borciani í Føroyum og høvdu ráðstevnu fyri lesandi, námsfrøðingum og lærarum. Tær søgdu m.a. frá arbeiðnum, sum verður gjørt í Reggio Emilia. Eisini var Carina Graversen komin úr Danmark at tolka fyri okkum. 

Fyrilestur í Oslo

Í 2018 vóru vit boðin til Oslo at hava fyrilestur um okkara arbeiði í Føroyum, á tí fyrstu norðurlendsku Reggio Emilia ráðstevnuni, sum hevði evnið "Bærekraftig pædagogik - Etikk, estetikk og økologi. Síðan skrivaðu vit grein, sum var givin út av tí Norska Reggio Emilia netverkinum í bók í Norra, um ráðstevnuna.  Vit skipaðu eisini fyri ferð úr Føroyum, soleiðis at aðrir føroyingar høvdu møguleika at vera við.

Skeið

Í 2014 bjóðaðu vit Karin Eskesen forkvinnu í Danska Reggio Emilia netverkinum og leiðara á Remida miðstøðini til Føroya at hava skeið. Forkvinnan í Hugla Birita Arge hevði tá havt samband við hana síðani 2009, tá hon fekk stóran áhuga fyri arbeiðsháttinum í Reggio Emilia.

Á skeiðnum luttóku uml. 80 starvsfólk frá dagstovnum í Tórshavnar kommunu. Stovnarnir fóru aftaná skeiðið í gongd við felags endurnýtsluverkætlanir, sum allar eru framsýndar í býnum.